ÍF skrivar:
Vit eru sera fegin at kunngerða at Tonni Thomsen og ÍF hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2024.
Eftir nøkur fín ár á Toftum, fór 24 ára gamli Tonni til Avstralia at royna síni fótbóltsevnir. Men eftir hálvt ár hevur gøtumaðurin valt at venda heimaftur, og vit eru glað fyri at Tonni hevur valt at koma til Fuglafjarðar.
Tonni hevur leikt 56 dystir og hevur skorað 2 mál í bestu deildini.
Vit ynskja Tonni hjartaliga vælkomnan til Fuglafjarðar.