Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.08.2023 12:08

Frá fótbóltssnillingi til barber

Mynd: Kaj Leo uttanfyri hárfríðkanarstovuna í Hafnarfirði (Eysturoyarportalurin)

Tað hevur kanska ikki verið so nógv at hoyrt um hann seinastu tíðina. Hann fór tíðliga út um landoddarnar at spæla fótbólt har hann vildi royna eydnuna, og vita um hann kundi fáa fótbóltin sum sín vinnuveg. 

Hann hevur leikt fótbólt og verið búsetandi saman við unnustu síni í Norra, Rumenia og seinastu 7 árini í Íslandi.

Hann hevur vunnið meistaraheitir, steypakappingar, vunnið uppflytingar, tapt steypafinalur, sæð fótbóltsleikara doyggja beint frammanfyri sær, róstur upp til skýggini, og síðani eisini hálaður niður og vrakaður av somu fólkum.

Hann er í dag vorðin 32 ára gamal, og kenna vit hann best sum evnaríka vinstrabeinta bóltsnillingin úr Syðrugøtu, Kaj Leo í Bartalsstovu.

Hóast tað ikki hoyrist so nógv til hansara í dag, sum fyrr, so spælir hann enn fótbólt, men nú í íslendsku næstbestu deildini við felaganum Njarðvík, sum hann nýliga skifti til, eftir ein styttri steðg í Leiknir úr Reykjavík.

Hann hevur áður umboða t.d. stórfelagið Dinamo Bukarest í Rumenia, meðan hann eisini hevur verið sáttmálabundin við feløg Íslandi so sum; Valur, FH Hafnafjørður, ÍBV Vestmanneyjar og ÍA Akranes. Eisini hevur hann umboða føroyska A-landsliðið 29 ferðir og skotið eitt mál.

Fyri nøkrum árum síðani, tá ið fótbóltslívið tóktist møtumikið og endin á fótbóltsyrkisleiðini kanska kundu hómast onkustaðni í havsbrúnni, tók Kaj Leo avgerðina, sum nokk ikki nógv her í Føroyum kenna til. Hann valdi nevnliga at fara at læra til barber. Eitt yrkið, sum ikki er so kent her í Føroyum – men tó. Í Saltangará munnu tey flestu av eldra ættarliðnum minnast, “barberin á Høgabóli” við Jógvan Hansen, sum lá niðrið við havnalagið, har sum matstovan Etika heldur til í dag.

Barberur, harrafrisørur er ein sum klippur og rakar monnum. Ein hárskerastova. 

Kaj Leo byrjaði á frisørskúlanum í Reykjavík á heystið 2021 og er væntandi liðugur á sumri 2024.

Eysturoyarportalurin hitti Kaj Leo, tá ið hann var til arbeiðis á hárfríðkanarstovuni Studio 220 í Hafnarfirði, beint uttanfyri Reykjavík. Hann var tá ið ferð við, at snøgga hárið hjá einum fótbóltsleikara í íslendsku deildini.

Síðani hann byrjaði at læra, so hava nógvir fótbóltsleikarar, bæði føroyingar sum spæla í Íslandi, liðfelagar og eisini mótstøðumenn, gingið á gátt og fingið snøgga sær høvdið hjá fryntliga gøtumanninum.

Eg havi búð í Íslandi í 7 ár, so nú kenni eg nógvar leikarar, og er tað bara sera stuttligt at teir koma á gátt hjá mærSo vit hava altíð okkurt at tosa um, kanska mest fótbólt, sigur Kaj Leo skemtandi.

Kaj Leo snøggar einum leikara um hárið

Eg havi sum so ongantíð hugsa um, hvat eg skuldi gera aftaná at fótbóltsyrkisleiðin var komin at enda. Men tað var unnustan, Marta, sum kanska skumpaði meg rættan vegin og fekk meg at hugsa um at læra til barberNakað sum eg eri sera glaður fyri í dag.

Ein vanligur gerðandisdagur hjá Kaj Leo er drúgvur. Við tveimum smáum dreingum og eini unnustu, so sær hann tey ikki nógvar tímar á degnum. Tað viðurkennur hann eisini, og leggur afturat, at uttan eina so stuðlandi og skiljandi unnustu, so hevði tað ongantíð gingið. 

Eg farið frá húsum um 07.30 um morgunin. Arbeiðið hjá mær byrjar klokkan 08.00. Har eri eg so til um 16.00 tíðina. So fari eg beinleiðis til venjing, sum nú er í Njarðvík, heilt nær flogvøllinum í Keflavík. So tað er ein løta at koyra. Og tá venjing er liðug, so fari eg beinleiðis til hús, har eg eri um 19.00- 19.30 tíðina. Tá eri eg ofta so heppin, at matrurin stendur klárur á borðinum. So eg fái eina løtu saman við dreingjunum, men tó ikki altíð, tí onkuntíð eru teir farin í song, áðrenn eg eri komin heim.

So kann ein sjálvandi spyra spurningin, um hann ikki hevur onkra góða søgu at fortelja, nú hann hevur búð uttanlands so leingi sum yrkisleikari. Onkra søgu, sum kann takast fram?

– Í Rumenia var tað at verða yrkisleikari, nakað heilt annað, enn tað vit kenna til her á okkara leiðum. Eg var einaferð lagdur undir at hava verið ótrúgvur móti unnustuni, tí fleiri bløð í Rumenia høvdu eina forsíðunamynd av mær og eini damu við yvirskriftina “La bomba sexy”. Tað vísti seg, at ein paparazzi myndamaður hevði goymt seg millum onkur trøð, tá ið eg og Marta høvdu gingið okkum túr, men talan var ikki um ótrúgvskap, men bert at unnustan Marta hevði lita sær háriðTað er nakað sum vit ofta flenna eftir enn, men halt kipp tað er vemmiligt at hugsa sær, at fólk liggur og goymir seg sodan og tekur myndir uttan at nakar varnast, sigur Kaj Leo.

Paparazzi forsíðan úr Rumenia

Her sæst paparazzi filmur av teimum í Rumenia: https://www.cancan.ro/ea-e-bomba-sexy-a-feroezului-de-la-dinamo-15437119

– Eitt annað, nógv meira syrgiligt, og sum eg enn eri keddur av at hugsa um og nívur meg enn tann dag í dag, er tá ið liðfelagin í Dinamo Bukarest, Patrik Ekeng, brádliga doyði á vøllinum frammanfyri okkum, undir einum landskappingardysti. Sjálvur sat eg á áskoðaraplássunum tann dagin, tí eg var skaddur. Tann hendingin hevur sett seg rimmar fasta. Tann dagurin, og tann tíðina, er nakað sum var so ógvuliga syrgilig og óverulig at uppliva.

Eitt annað, sum nokk ikki so nógv vita, er at eg mundi enda í Hvítarusslandi einaferð. Tað var tá eg leikti fyri Víking í Føroyum afturi í 2012. Vit trektu FC Gommel úr Hvítarusslandi í Europa League. Fyrri dysturin á heimavølli taptu vit heili 6-0. Síðani leiktu vit seinna dystin á útivølli. Haldi vit taptu 4-0, men eg má hava gjørt okkurt rætt tann dystin, tí aftaná fekk eg boð um, at felagið vildi fegin hava meg yvir og løgdu teir eisini nøkur sera spennandi tøl á borðið. Eg hugsaði seriøst um tað, men tað bleiv tó ongantíð til nakað, nokk mest tí, at eg var so ungur og at landið er ikki akkurát kent fyri, at verða eitt land sum er so nemt at liva og ferðast í.

Kaj Leo í dysti fyri Valur, har hann eisini vann meistaraheitið

Enn hava Kaj Leo og Marta ikki gjørt av, nær tey og dreingirnir fara at flyta heim til Føroyar. Tey hava altíð ætla sær at flyta heimaftur einaferð, men einki dato er sett á enn. Tey keyptu sær eitt grundstykki í Syðrugøtu fyri nøkrum árum síðani, og eru sethúsini nú í gerð. Men enn er ikki greitt nær húsini fara at standa klár hjá teimum at flyta inn í.

Nú fara vit at síggja, hvussu leikur fer, bæði við míni útbúgving, og við fótbóltinum. Eisini mugu húsini hjá okkum verða liðug áðrenn vit venda nøsina heimaftur. So enn er alt eitt sinndur óvist nær vit flyta heimmen vit gleða okkum, tá tann løtan kemur, sigur Kaj Leo at enda.

Kaj Leo og Jónas T. Næs steypavinnarar fyri ÍBV í 2017

Fakta

Kaj Leo í Bartalsstovu (32 ár)

Feløg: UFM Najrðvík (ÍS) – Leiknir FC (ÍS) – ÍA Akranes (ÍS) – Valur (ÍS) – ÍBV Vestmannaeyjar (ÍS) – FH Hafnafjørður (ÌS) – Dinamo Bukarest (Ro) – Levanger FK (No) – Víkingur (Fø)

Íslandsmeistari: FH Hafnarfjørður og Valur

Íslendskur steypavinnari: ÍBV Vestmannaeyjar

Føroyskur steypavinnari: Víkingur (2)

Tapt steypafinalu: Dinamo Bukarest

Vunnið uppflyting: Levanger FK (upp í OBOS-liga)