Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.10.2024 16:15

Frá royttari ull til klædnasnið og list – tiltak um FØROYSKU ULLINA

Mynd: Sissal Kristiansen

Leygardagin 19. oktober kl. 14.00 – 18.00 verður áhugavert tiltak í Látrinum á Eiði við livandi framvísing av føroysku ullini, frá royttari ull til sniðgeving.

Rebekka Á Fjallinum og Spinnaríið við ánna í Skopun vísa, hvussu tey virka ull til tógv á Spinnarínum. Tey selja eisini tógv og vísa fram troyggjur, sum eru gjørdar úr tógvinum hjá teimum.

Troyggjur og hattar hjá Durita Thomsen gjørd úr føroyskari ull og tógvinum hjá Spinnarínum við Ánna vera víst og seld.

Shisa Brand hevur troyggjur til framsýning, sum eru gjørdar úr 100% ólitaðari føroyskari ull. Møguligt verður at keypa hesar vørur frá Shisa Brand.

Ulladukkurnar spinna, tøva, nappa og annað av tí, sum tær fáast við. Tað er livandi framsýning, og høvið er hjá fólki at spyrja og í summum førum royna seg.

Filmurin The Wool Islands verður vístur hvønn hálva tíma.

Umframt føstu framsýningina eru hesi tiltøk á skrá:

kl.15.30 Søguløta fyri børn, har Hildur Kruse Sørensen lesur úr bókini ’Páll fær vovin klæði’

kl.16.00 Sissal Kristiansen hugleiðir og perspektiverar innleiðandi til felags prát um føroysku ullina og hvørji framtíðar stig kunnu takast.

Tiltakið er gjørt í samstarv millum The Wool Islands og Visit Faroe Islands, sum ein liður í verkætlanini Landbúnaðarferðavinna, við stuðul úr Búnaðargrunninum.