Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.11.2023 08:54

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 15. novembur 2023 kl. 14.15

Møtt verður á Rættarvegi við Toftá í Hósvík.

Til viðgerðar: Umsókn frá Sunda kommunu um loyvi at gera nýtt vatninntak til drekkivatn við Toftá í Hósvík.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður

Spjaldur