Sunda Kommuna
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini hósdagin 31. oktober 2024 kl. 0900.
Møtt verður við bygdarhúsið í Tjørnuvík.
Til viðgerðar: Umsókn frá Landsverk um loyvi at gera tunnil millum Haldórsvík og Tjørnuvík, atkomuveg
báðumegin tunnilin, og arbeiðspláss við tunnilsmunnan í Haldórsvík.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður