Tíðindaskriv
Ein uppliving lívið, stendur tær her í boði, um tú leitar tær í Tøting fyrsta fríggjakvøld í apríl.
At uppliva eina slíka serstaka tónleikaliga hending, við so stórum nøvnum, í einum so lítlum og intimum høli sum Tøting, er sjáldsamt.
Atgongumerki á 200 kr. (Tó bert 150 kr. fyri limir í Grót), fáast á atgongumerki.fo. Dyrnar lata upp kl. 20.30.
Printz Board & the Butter Funk Family (USA):
Printz Board (USA) er fleirfaldur grammyvinnandi tónleikari og framleiðari, best kendur fyri at vera við at stovna bólkin Black Eyed Peas, og skriva fleiri av stóru hittum teirra.
Eisini hevur hann samstarvað við m.a. Justin Timberlake, Michael Jackson, Dr. Dre, Katy Perry, Eric Clapton, Sheryl Crow, Backstreet Boys, Macy Gray o.fl.
4. apríl kemur hann við bólkinum sínum “Butter Funk Family” (sum í hesum serliga føri eisini hevur føroyskar gestir).
Alana Hil (USA):
Alana er uppvaksin í Kentucky USA, har hon sum smágenta sang í kóri, og hevur altíð havt ein serligan alsk at syngja.
Í 2021 hoyrdi Printz Board hana syngja, og var bergtikin av hennara rødd. Tey bæði avráddu at fara í studio at upptaka hennara fyrstu útgávu, ið fekk heitið 12:30. Tey bæði hava samstarva síðani.
Á útgávuni tulkar hon ímillum annað løg sum “Human Nature” hjá Michael Jackson, “Smells Like Teen Spirit” hjá Nirvana og “Rolling in the Deep” hjá Adele, har hon letur hesi løgini í ein meira R&B stíl.