Soleiðis sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya við Eysturroyarportalin í kvøld.
– Arbeiðið við at finna nýtt venjaratoymi er farið í gongd. Tað fer at taka nakað av tíð, áðrenn hetta verður klárt til støðutakan, sigur hann.
– Nú hugsavna vit okkum um komandi dystirnar, og vóna at allar góðar kreftir nú fara at standa saman um okkara landslið. Eg rokni við, at endalig støðutakan til nýggja venjaratoymi verður klár í fyrsta ársfjórðingi komandi ár, sigur hann at enda við Eysturoyarportalin.