Runavíkar Havn sigur soleiðis:
Fyrsta ferðamannaskipið í ár kemur til Funnings leygardagin 3. mai.
Talan er um ferðamannaskipið Ultramarine frá reiðarínum Quark Expeditions, sum eisini vitjaði okkum í fjør. Skipið, sum hevur 110 ferðafólk umborð, fer at liggja fyri akker uttanfyri Funning, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum.
Cruisetoymið – samansett av fólki úr Funningi, Runavíkar havn og Visit Runavík – eru spent og væl fyrireikaði at taka ímóti bæði ferðafólkum og manning.
Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini, saman við bygdafólkinum í Funningi, arbeitt við at menna ein sosialt burðardyggan leist til móttøku av ferðamannaskipum. Tikið verður í mesta lagi ímóti trimum skipum um árið í Funningi.
Ultramarine varð bygt í 2021 og er 128 metrar langt. Skipið kemur kl. 08.00 og fer avstað kl. 17.00. Umboðsfelagið í Føroyum er Tor Shipping.