Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2024 14:45

Geir Ólafsson í Sirkus

Tíðindaskriv

Íslendski sangarin og undirhaldarin Geir Ólafsson spælir í Sirkus í kvøld, hóskvøldið 21. november. 

Geir er ein íslendskur sangari og undirhaldari, í Føroyum best kendur fyri sín útgávu av “Jólamaðurin kemur í kvøld”, ið hann spældi inn og ognaði føroyingum, eftir hjálpina, ið Føroya land veitti íslendingum í fíggjarkreppuni. 

Geir Ólafsson er tiltikin fyri sín  karismatiska framførslustíl og tónleik, sum ofta blandar popp, rock, siðbundnar íslendskar sangir og enntá italskar ariur. 

Hann hevur framført um allan heimin og er kendur fyri síni stórfingnu og orkufyltu show. Hetta er ein veruligur entertainari, ið gevur minst líka nógv í pallhjáveru og framførslu, sum við røddini – og røddin er stór! 

Geir er staddur í Føroyum júst nú, har hann m.a. hevur sungið inn eina nýggja útgávu av Jólamaðurin kemur í kvøld og filmar eitt sjónbandalag.

Konsertin í Sirkus er ókeypis og eitt heilt serstakt høvi, at uppliva henda stóra íslendska entertainara live í Føroyum. 

Konsertin byrjar kl. 21.00 og øll áttu at farið.