Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.06.2024 09:28

Genturnar risastórar avbjóðingar í heyst

Bæði U17- og U19-genturnar sleppa av álvara at royna seg í heyst, tá EM-undankappingarnar eru á skránni - Mynd: UEFA.com

Fótbóltssamband Føroya

Bæði U17- og U19-landsliðið við gentum komu í rættuligar sterkar bólkar í komandi EM-undankappingum.

Fríggjadagin var lutakast um, hvussu spælt verður í komandi EM-undankappingum hjá U17-landsliðnum og U19-landsliðnum við gentum.

Og tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði liðini komu í rættuliga sterkar bólkar, og sleppa av álvara at royna seg í heyst.

U17-genturnar komu í bólk A3, saman við Englandi, Hollandi og Kekkia. Kappingin verður í Englandi frá 4. til 12. november.

Fyri U19-genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk A5, saman við Serbia, Eysturríki og Kekkia. Kappingin verður í Serbia frá 25. november til 4. desember.