Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2024 12:31

Genturnar til Litava og Moldova

U19 landsliðið við gentum kom í bólk B2, saman við Estlandi, Kýpros og Moldova - Mynd: UEFA.com

Fótbóltssamband Føroya

Lutakast hevur verið í sambandi við EM-undankappingarnar í mars og apríl komandi ár. U17 genturnar møta Írlandi og Litava, meðan U19 genturnar komu í bólk saman við Estlandi, Kýpros og Moldova.

Í morgun hevur lutakast verið um, hvørjum U17- og U19-landsliðini við gentum skulu spæla ímóti í EM-undankappingunum, sum verða í mars og apríl mánað komandi ár.

U17 genturnar komu í bólk B5, og har skulu Føroyar møta Írlandi og Litava. Kappingin verður í Litava frá 12. til 15. mars.

Fyri U17 genturnar er undankappingin í mars samstundis góð fyrireiking til EM-endaspælið, sum verður í Føroyum frá 4. til 17. mai.

Lutakastið hjá U19 gentunum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu komu í bólk B2, og har skulu vit møta Estlandi, Kýpros og Moldova. Kappingin verður í Moldova í døgunum 1. til 7. apríl.