Geytin, 5-mannafør dreingir, úr Eysturkommunu vann í dag róðurin á Skálafjarðarstevnuni.
Við sigrinum í dag, er nýggja róðrarfelagið úr Eysturkommunu, sum var stovnað í 2017, við í stríðnum um at vinna sítt fyrsta FM.
Nú undan tveimum teimum seinastu róðrunum er bert eitt stig á muni millum Geytan (32 stig) og Sævarmoy (33 stig) úr Klaksvík, ið eru ávíkavist næstfremst og fremst í FM kappingini.
Eftir sigurin í dag var so rekkjukoyring á skránni, tá ið koyrt var gjøgnum bygdirnar í Eysturkommunu.