Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2023 09:32

GÍ veitsla: 40 ár síðani fyrsta meistaraheitið

Liðið frá 1983 Ovast frá vinstru: Símun Petur Justinussen, Hans Leo í Bartalsstovu, Lárus Grétarsson, Jóannes Mikkelsen, Magnus Gregersen, Hallur Hansen. Niðast frá vinstru: Jógvan Gregersen, Dánjal Jarnskor, Kim Petersen, Pauli Jarnskor, John Jarnskor, Petur Páll Mikkelsen, Kristján Már Hjartarson (venjari) (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Leygarkvøldið 30. september var veitsla hildin í Víkingahúsinum í Norðragøtu í sambandi við, at tað eru í ár 40 ár liðin síðani fyrsta føroyarmeistaraheitið hjá Gøtu Ítróttarfelag.

Samstundis eru tað eisini liðin 30 ár síðani fyrsta meistaraheitið í gullárunum frá 1993 til 1996.

Hetta var hátíðarhildið við einari veitslu leygarkvøldið har gomlu GÍ-hetjurnar, venjarar og onnur við tilknýti til gulltíðina hjá GÍ vóru við.

Um trý ár, í 2026, verða tað 100 ár síðani Gøtu Ítróttarfelag var stovnað.

Myndirnar hevur Egin Tollaksson Kass tikið