Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2023 07:35

Glyvramaður til Víking

Mynd: Víkingur

Jørgen Nielsen og Víkingur hava gjørt ein 2 ára sáttmála. Hetta boðar felagið frá á heimasíðu síni..

Glyvramaðurin, sum seinasta árið hevur spælt við B68, er framrættaður leikari. Jørgen er 20 ára gamal og hevur leikt 60 dystir í Betri deildini og skora 10 mál.

Sambært Faroesoccer hevur Jørgen eisini spælt 23 U-landsdystir, har hann hevur skorað 7 mál tilsamans.

Jørgen hevur verið fastur á U21 landsliðnum í ár, sum hava fingið fleiri góð úrslit.