Sunda Kommuna
Nú er gongd sett á nýggja trivnaðarøkið í Hósvík.
Nýggja trivnaðarøkið verður við vøllin og kemur at binda vøllin saman við nýggju stóru takterassuni, skúlanum og økið við dagstovnin í bygdini.
Trivnaðarøkið hevur verið í útboði og fyritøkan Grønt og Grátt kemur at standa fyri arbeiðinum. Arbeiðið er byrjað og nýggja trivnaðarøkið verður eftir ætlan latið kommununi seinni í ár.
Myndir: Sunda Kommuna





