Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2024 10:30

GroAqua styrkir seg á norska marknaðinum

Mynd: GroAqua

Tíðindaskriv

GroAqua á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Havida. 

Havida, sum hevur høvuðssæti í Brønnøysund í Norra, er ein álítandi tænastu veitari til alivinnuna í Norra, og røkkur við síni staðseting alivinnuna í mið- og norður Norra. Felagið hevur egna menning og framleiðslu av tøkniligum loysnum til alivinnuna.

-Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at selja okkara vørur og tænastur á norska marknaðinum, og við hesum uppkeypinum fáa vit sett munandi meira ferð á hesa tilgongd sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua. Harumframt fáa vit fleiri dugnalig starvsfólk inn í okkara toymi, sum koma at betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á. 

GroAqua er heildar veitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið leggur stóran dent á menning av loysnum, sum hjálpa alarum kring heimin við vøkstri og burðardyggari aling. 

– Í samanlagda felagnum koma omanfyri 100 dugnalig starvsfólk við servitan at arbeiða, sum koma at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heims marknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen.  

GroAqua hevur virkað á Føroyska marknaðinum síðan 1972, og síðstu árini er virksemi víðka uttanlands við deildum í Skotlandi, Póllandi, Danmark og nú eisini Norra. 

Tað er P/F Tjaldur, sum eigur GroAqua saman við leiðsluni í felagnum.