– Grøna orkuskifti er ein fortreyt, bæði frá marknaðinum sum keypir okkara vørur og frá fíggjarmarknaðinum. Í Føroyum er alt steðga upp vegna væntandi politiskt dirvi.
– Peningastovnar flyta síni útlán til í framtíðini einans at fíggja burðardyggar fyritøkur, sum taka verulig átøk, sum flyta alla virðisketuna rætta leið.
– Sum so ofta fyrr – reagera føroyskir politikarar ikki hóast teir síggja skriftina á vegginum.
Soleiðis sigur Regin Jacobsen, forstjóri á Bakkafrost, nú eitt av mest umrøddu evnunum, nemliga grøna orkuskifti, er á breddanum í hesum døgum.
Hann er stjóri á einum av fyritøkunum, sum halda at Grøna orkuskiftið í Føroyum gongur ov seint.
Nógv prát hevur verið seinastu árini, um hvussu Føroyar skulu arbeiða fram ímóti at gerast grønar. Og so seint sum í oktober mánað í fjør var stór ráðstevna og framsýning um grøna orkuskiftið hildin í ítróttarhøllini á Giljanesi nevnd ”Varandi heimur”.
Eitt av hesum grønu málunum, sum hevur fingið nógva umtalu síðani tað kom fram í ljósmála, er verkætlanin hjá Effo og Bakkafrosti, um at seta upp eina risastóra vindmylnulund í Eysturoynni, kallað Eysturlund.
Hon verður fýra ferðir størri enn vindmyllulundin, sum EFFO eigur í á Gellingarkletti oman fyri Havnina.
Regin Jacobsen heldur ikki at hendan verkætlan hevur fingið tað viðferð og virðing sum hon hevur uppiborið í politisku skipanini.
– Við Eysturlund høvdu vit sloppið av við uml. 30.000 tons av tungolju. Harafturat hevði vinnan veruliga flutt seg rætta vegin og tikið eitt týðandi stig á grønu leiðini.
Eftir ætlan verður Havsbrún í Fuglafirði størsti avtakari av orkuni frá Eysturlund.
– Tað er eingin ivi um, at grøna orkuskifti fer at seta dagskránna í nógv ár framyvir, sigur Regin Jacobsen.
Eysturlund má bíða
Orkulundin, Eysturlund, kann framleiða orku svarandi til 10% av samlaðu oljunýtsluni í Føroyum – á sjógvi og á landi.
Eftirspurningurin eftir burðardyggari orku er vaksandi og neyðugt er, at vit kunnu nøkta eftirspurninginum eftir grønari orku, sigur Effo á heimasíðu síni um stóru verkætlanina.
Upprunaætlanin er/var at orkulundin skuldi verða liðug í 2026. Men nú bert minni enn eitt ár er til tað tíð, so bendir okkurt á, at hetta kann koma at knípa.
Elveitingareftirlitið og Effo eru ósamd um, hvat skal gerast í sambandi við vindmyllulundina Eysturlund. Og har liggur málið.
Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin setti løgmanni, Aksel V. Johannesen, ein grein 52a fyrispurning um málið í oktober mánað í fjør.
– Íleggjararnir eru klárir at fara í gongd, men bíða eftir neyðugum loyvum. Vindmyllulundin skal kunna framleiða 350GWt, sum er tríggjar og eina hálva ferðir meir enn vindmyllulundin við Gellingarklett, segði Bárður á Stein Nielsen í viðmerkinginum til fyrispurningin.
Men aftursvarið kom ikki frá løgmanni, men frá hjá nýggju landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Margit Stórá. Og tað svarið var hvørki eitt ja ella nei. Men heldur meira ein parkeringssvar enn nakað.
Í svarinum frá Margit Stórá var m.a. sagt, at ein umsókn um loyvi at framleiða 100 MW el úr vindi útloysir krav um alment útboð eftir lógini, áðrenn nakað framleiðsluloyvi kann latast og at onki elnet kann leggjast uttan loyvi frá Umhvørvisstovuni. Alt svarið kann lesast her.
Tað stutta av tí langa er tó tað, at Effo fær ikki loyvi til at gera Eysturlund í skrivandi stund. Nakað sum harmar vinnuna, sum hevur lagt nógv fyri at fara undir grøna orkuskifti, men nú verða steðga av politiska mynduleikanum.
Og sum løgtingsmaðurin segði í síni viðmerking til skrivliga fyrispurningin.
– Longur vit bíða, dýrari verður tað fyri samfelagið og umhvørvið.