Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2025 08:37

Grunge úr Alaska & elektroniskt úr Kina

Frankfurt Helmet

G! Festival

Veingjabreiðið hjá G! er, sum altíð, breitt, landafrøðiliga og tónleikaliga. Í dag kunngera vit tveir bólkar, har annar kemur heilt úr Kina og spælir elektroniskan tónleik, og hin allan vegin úr Alaska og spælir grunge tónleik.

SunDog 
Alt melur í klingur í lívsins ringrás, og sostatt eru vit komin runt aftur til 90’ini, tá ið grunge var í hæddini. Heilt yviri úr Alaska kemur bólkurin SunDog, sum spælir grunge tónleik. Tað vil siga, at einki eitur at hava ov nógvan fuzz á gittarinum, og einki eitur, at tú ikki dugir at spæla. Góðu løgini eru tó meira enn vælkomin her. So gleð teg til eina ráa og ljómandi løtu, beint frá livrini, tá ið SunDog kemur á G!

Sundog Pianos 03/09/2025, Valerie Magan

Frankfurt Helmet
Gev einum føroyingi útgerðina, og bið hann gera elektroniskan tónleik. Hann skal nokk finna uppá okkurt! Men hvat ger ein kinesari? Hettar fáa vit høið til at finna útav, tá ið kinverski bólkurin Frankfurt Helmet kemur, allan tann langa vegin úr Kina, at framføöra á G! Kom og uppliv forkunnugan elektroniskan tónleik á festivalinum.

G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

Spjaldur