Fyrsta umfarið í íslendsku bestu deildini, Úrvalsdeildini, varð skotið í gongd í kvøld.
Leirvíkingurin, Gunnar Vatnhamar, byrjaði í miðverjuni, tá ið Víkingur Reykjavík tók ímóti ÍBV frá Vestmannaoyggjum á Víkingsvöllur.
Víkingur Reykjavík vann dystin 2-0. Daníel Hafsteinsson skoraði stutt inn í seinna hálvleik til 1-0.
Men í 55 minutti fekk Gylfi Þór Sigurðsson, sum áður hevur havt eina glæsiliga fótbóltsleið við m.a. Tottenham og Everton, reyða kortið, og sostatt máttu heimamenn spæla við 10 monnum restina av dystinum.
Men tað ávirkaði tó ikki úrslitið, tí ið 79 minutti vóru farnir, økti Gunnar Vatnhamar til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Gunnar var eisini kosin “Dagsins leikari” av heimafjøldini eftir dystin.
Næsti dystur hjá Gunnari og Víkingur Reykjavík er á heimavølli 13. apríl, tá ið KA Akureyri við Jóan Símun Edmundssyni í hópinum, kemur á vitjan.
