Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.12.2023 15:51

Gunnar: føldi meg væl móttiknan frá fyrsta degi

Gunnar, Karin og seinasti limurin í familjuni, íklæddur Víkingur Reykjavík klæðir. Dótturin væntar á myndini. (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Gunnar bar gullið av heiði

Soleiðis kundi verið sagt um leirvíkingin Gunnar Vatnhamar, eftir at hansara fyrsta kappingarár í íslendskum fótbólti er farið afturum. Hann vann tað sum vinnast kundi – bæði meistaraheitið (Úrvalsdeildina) og steypakappingina (Mjólkurbikarinn).

Nú vit hitta hann og unnustuna í hugnaliga heimi teirra ovaliga í Leirvík, so er tað ikki fótbólturin prátið dettur fyrst inná, men heldur eldgosið, sum er byrjað at goysa hjá grannunum fyri vestan. 

Men skjótt er tað, at fótbólturin er aftur er á breddanum hjá stóra og sterka miðverjanum, sum í hesum døgum tekur sær av løttum, meðan hann pápast og venur við gamla felag sínum í Sarpugerði, fyri at halda seg í venjing til komandi kappingarár.

Hann tók annars alt og øll á bólið og gjørdi slætt borð, og vann sær beinanvegin pláss á sterka Víkingur Reykjavík liðnum undir leiðslu av Arnari Gunnlaugsson. (les: Arnar er í skrivandi løtu ávegis til svenska felagið IFK Nørrkøping í svensku bestu deildini)

-Tað var sera lætt hjá mær at koma inn í hitan, og føldi eg meg væl móttiknan frá fyrsta degi. Veit ikki um tað var tí, at eg eri føroyingur, men kanska er okkurt um tað, sigur hann við einum brosið.

Liðið hjá Gunnari hevur ligið í oddinum í íslendskum fótbólti seinastu árini, har teir hava kappast við bæði Breiðablik, Valur og onnur um meistarheitið og steypakappingina.

-Eg var spentur at fara yvir at royna meg, og eg má siga at eg eri ótrúliga glaður fyri at eg fór. Eg angri tað ikki eina løtu.

-Venjaratoymið er sera spennandi. Vit hava nógvar sera góðar leikarar á øllum plássum. Leikferðin er eisini hægri enn í Føroyum, bæði til venjing og til dystir. So eg føli at eg havi ment meg nógv sum leikara seinasta árið. 

-Eg gleði meg at fara yvir aftur nú fyrst í januar. Tá fara vit øll fýra avstað. 

Steypafinalan

Familjan er vaksin við einum familjulimi síðani tey vóru í Íslandi seinast. Gunnar misti nakrar av seinastu dystunum í íslendsku landskappingini, tí at unnustan, sum var farin heim til Føroyar, tá stóð til at eiga næsta barnið hjá teimum. Ein drongur, sum bleiv føddur í oktober. Áðrenn eiga tey eisini eina lítla dóttur.

Gunnar var annars í Føroyum beint undan sjálvari steypafinaluni, sum var leikt í september mánað, har tað var nakað av óvissu um hansara leiklut. Tað var um reppið, at hann ikki leikti í finaluni. Men hann fleyg tó yvir til Íslands beint áðrenn sjálvan dystin, og fleyg so heimaftur til Føroyar beint aftaná.

-Tað var nokkso garrvilt at gera soleiðis. Eg vildi verða heima í Føroyum, um so var, at Karin (unnustan) skuldi eiga. Veit ikki um tað hevði gingið einaferð afturat. Men venjarin loyvdi mær tað, og vildi hann eisini hava meg at koma yvir til steypafinaluna, sjálvt um eg ikki hevði vant við teimum upp til sjálva finaluna, og vildi eisini hava meg at byrja inni. So tað var ein orduliga álitisváttan frá honum, má man siga.

Framtíðin

Gunnar ásannar, at verða sligin út í fyrsta umfari av FC Riga í evropeiski kappingini, var einasta vónbrotið í annars einum framúr kappingarárið, bæði hjá liðnum og hjá honum persónliga.

-Nu skulu vit so royna at endurvinna bæði lands- og steypakappingina, samstundis, sum at vit skulu koma longri í evropeisku kappingunum. 

-Eitt mál, er at koma í eitt bólkaspæl. Vit hava sæð Breiðablik gjørt tað, og vilja vit nú eisini koma í eitt tílíkt evropeiskt bólkaspæl.

-Eg havi vant og venji enn í Sarpugerði, har mínir fyrrverandi liðfelagar og venjari hava tikið væl ímóti mær. Tað er frálíkt at eg kann heim og venja við teimum.

-Nú hugna vit okkum bara her heima í Føroyum og gleða okkum til jólini. Tað er deiligt at verða saman við familjuni her í Leirvík hesa ársins tíð, áðrenn vit fara yvir aftur til Íslands fyrst í komandi árið. Tá verður tað aftur við fullari ferð fram til oktober mánað.

– Vit trívast sera væl í Íslandi. Har vera vit komandi árið, um einki óvænta hendir. Eg havi eitt ár eftir av sáttmálanum. So fara vit at síggja hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur Gunnar at enda.

Um hugt verður eftir heiðursmerkum, so hevur Gunnar longu vunnið nøkur gullheiðursmerkir sum fótbóltsleikari.

Fyri føroyska felagið Víking, so hevur hann vunnið tvey gullheiðursmerkir í landskappingini, tá ið Víkingur vann meistaraheitini í 2016 og 2017. Eisini hevur hann vunnið føroysku steypakappingina tvær ferðir fyri teir ljósabláu í Sarpugerði. 

Samstundis, sum at hann í 2023 vann gull í íslendsku lands- og steypakappingini fyri Víkingur Reykjavík.

Gunnar við gullheiðursmerkinum frá steypafinaluni í Íslandi (Mynd: Eysturoyarportalurin)