Gunnar Vatnhamar og Víkingur Reykjavík leiktu í kvøld ímóti KR í finaluni um Reykjavíkurmótið, sum er ein av venjarakappingunum í Íslandi.
Gunnar byrjaði inni í miðverjuni, men var tó noyddur at fara av vøllinum við skaða í seinna hálvleiki, eftir ein samanstoyt við málmannin hjá sær, Ingvar Jónsson.
Stoyturin var so mikið álvarsamur, at Gunnar var noyddur at fáa nakrar pentir í annað beinið. Ein skaði, sum fer at halda stóra og sterka leirvíkingin uttanfyri í nakrar vikur.
Dysturin endaði 1-1, og tískil mátti brotssparkskapping til fyri at finna ein vinnara. Og tá vann KR 5-4, sum nú kunnu kallað seg Reykjavíkurmeistari 2024.