Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2024 17:47

Gunnar søkti Cercle Brugge í Conference League

Gunnar skorað til 3-1 Mynd: Vísir

Gunnar Vatnhamar leikti allan dystin, tá ið hann og liðfelagarnir í dag tóku ímóti Cercle Brugge frá Belgia í Conference Legaue á “heimavølli” á Kópavogsvöllur, heimavøllinum hjá Breiðablik.

Víkingur Reykjavík vann dystin 3-1, sum samstundis eisini var fyrsti sigurin hjá felagnum í Conference League.

Verjukempan úr Leirvík endaliga avgjørdi dystin í 84 minutti, tá ið hann stútaði bóltin í netið eftir innlegg frá Gísli Gottskálk Þórðarson.

Sunnukvøldið verður avgjørt hvør skal gerast íslendskur meistari, tá ið Víkingur Reykjavík tekur ímóti Breiðablik. Bæði liðini eru jøvn í stigum, meðan Víkingur Reykjavík hevur eina betri málúrtøku.