Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2025 22:46

Gutti leitar eftir nýggjum felag

Gutti skorðai 20 mál fyri EB/Streym í Betri deildini (Eysturoyarportalurin)

Áleyparin úr Sundalagnum, Gutti Dahl-Olsen, leitar í hesum døgum eftir nýggjum felag. Tað váttar hann fyri Eysturoyarportalinum.

Í fjør flutti hann til B36, eftir at hann hevði leikt yvir 100 dystir í Betri deildini og skotið 20 mál fyri barndómsfelagið EB/Streym.

Hann váttar eisini fyri Eysturoyarportalinum, at hann ikki longur er partur av B36-hópinum.

Í november í fjør, eftir kappingarlok, varð hann lagdur undir skurð. Men væntar at verða klárur at spæla aftur við fullari ferð um ikki so langa tíð.

Hann venur mest fyri seg sjálvan í løtuni. Men vandi nýliga við barndómsfelagnum, tó bert fyri at kanna nærri um skaðan enn darvaði.

Hann sigur at einki tilboð liggur á borðinum, men hugsar fyrst og fremst bara um at koma fyri seg og kunna sleppa spæla fótbólt aftur skjótast gjørligt.