Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin
Sunnukvøldið kom nýggjasta skipið hjá reiðarínum Navigare á Klaksvík. Teir komu úr Norra við sandi og skervi. Mikudagin kom skipið á Sund, har teir hava lastað gamalt jarn (skrátt) til Týsklands.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparan, Jørgen F. Andreassen.
Uppá fyrispurning um hvussu skipið hevur roynst, sigur hann:
-Nú havi eg bara verið fáar vikur umborð, men eg haldi skipið roynist væl. Tað er sjálvandi munur á at vera lastaður við soyabønum upp undir lúkurnar og so at hava sand ella skerv, sum liggur niðast í lastini. Skipið er róligari við soyabønum enn við sand, tí vektin liggur hægri í lastini, sigur hann.
-Hetta er eitt gott skipið og riggar væl. Tað er nýliga komið av skipasmiðju í Póllandi, har nógv er gjørt við tað. Alt maskinaríið er yvirhálað, og so er tað umbygt til sjálvlossara. Aðrar dagføringar eru eisini gjørdar, so skipið er í fínasta standi, sigur Jørgen F. Andreassen.
-Skipið er bygt í 2008. Tað er 90 metrar langt, 14,4 metrar breitt og hevur ein MAK motor á 1980 KW. Skipið lastar 4650 tons. Tað kann lasta 4700 tons alt eftir, hvussu nógv av olju vit hava umborð, sigur Jørgen.
Frá Sjómansmissiónini fingu teir bíbliu, sangheftir, andaktsbók , skriftstað, geyma við kristnum sangum og annað. Sjómanstrúboðarin hevði andakt, bøn og lýsti signingina.
Jørgen keypti nýggju bókina: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar” og gleðir seg til at lesa um allar sjómanskvinnuringarnar, sum hava gjørt og støðugt gera eitt gott arbeiði fyri sjófólkið og Sjómansmissiónina.





