Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.01.2023 08:42

Hávard A. Vatnhamar greiðir frá í Missiónshúsinum í Leirvík

Mynd: Hávard A. Vatnhamar

Í kvøld 30. januar hevur Leirvíkar Missiónshús eina áhugaverda framløgu, tá ið Hávard Absalonsen Vatnhamar kemur á vitjan, har hann kemur at greiða frá sínum lívi heilt frá einum arbeiðsskaða á Norðsjónum í 1992 til Paralympisku Marathon renningina í Tokyo í 2021, og hvussu Gud hevur verið við á lívsleiðini.

Tiltakið byrjar kl. 20.00.