Eiðis kommunna
22. mars varð skipað fyri Norðurlandameistaraheiti í inniróðri, har Eiðis róðrarfelag var umboða við fimm rógvarum. Í aldursbólkunum U11 og U15 gjørdu eiðisgentur bart og vunnu heili 5 heiðursmerki.
Hóskvøldið 10. apríl vóru hesar knáu gentur heiðraðar í Kolshøll. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, bar teimum fagnaðarkvøðu og síðani fingu tær eitt páskaregg í part.
Á áskoðaraplássunum sótu foreldur, systkin og familjulimir annars. Hesi vóru sum vera man errin hesa fagnaðarløtuna. Errin kunnu øll í Eiðis kommunu vera av hesum røsku gentunum.
Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja Jóhonnu Høghamar, Victoriu Høghamar, Sirið Mørkøre, Onnu Drós Sommer og Eyðbjørg Ejdesgaard hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.
Eftir hátíðarhaldi varð aðalfundur róðrarfelagsins settur. Áðrenn fundin høvdu tríggir limir boða frá, at teir ikki stilla uppaftur. Tískil skuldu tríggir nýggir limir veljast, umframt tveir tiltakslimir.
Nýggju nevndarlimirnir eru hesir:
Guðrun Ejdesgaard, Tove Kruse Samuelsen og Andras Reinert.
Tiltakslimir eru:
Rói Zachariasen og Jórun Møller Jacobsen