Evnaríki og bóltfimi vongurin úr Víkingi, Olaf Bárðarson, sum seinastu árini hevur verið ein týðandi leikari hjá teimum ljósabláu í Sarpugerði, er nú ávegis at royna seg uttanfyri landoddarnar.
Sum skilst, so manglar lítið í, inntil at hann er fortíð hjá Víkingi.
Felagið í Eysturkommunu hevur góðtikið eitt tilboð frá slovakiska liðnum, FK Železiarne Podbrezová, og mangla nú bert tey persónligu viðurskiftini at fáa uppá páss. Nakað sum ikki skuldi verið ein trupuleiki, skilir Eysturoyarportalurin.
Og um alt gongur sum tað skal, so fer Olaf væntandi av landinum longu nú fríggjadagin.
Komandi felagið hjá unga gøtumanninum er stovna í 1907 og stadion kann taka 4.061 áskoðarar.
FK Železiarne Podbrezová endaði á 6. plássi í bestu slovakisku deildini í fjør.