Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2025 19:59

Hevur Málráðið mist málið?

Viðmerking

“Tú hevur ringt til Málráðið. Orsakað av vantandi arbeiðmegi, svarar málstovan ikki málspurningum í løtuni.” Hetta eru boðini, um tú ringir 312397. Telefonnummarið hjá málsligu ráðgeving føroyinga. Stovnurin, sum sambært lóg skal vegleiða føroyingum í málsligum spurningum. Hetta hevur sum skilst verið støðan í longri tíð. Løgið, tí tá um okkara móðurmál ræður, so eiga vit allan sjálvsavgerðarrættin, og dúgliga tosa og reypa vit um móðurmálið, sum mergin, bulin ja sjálva sálina í tjóðini.


Føroyskt er livandi, fjølbroytt og broytiligt mál. Áhaldandi eru nýggir og átrokandi spurningar at taka støðu til. Júst tí hevur Føroya løgting samtykt lóg um málráð. 

Endamálið er at røkja, menna og verja føroyska málið; at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og at áseta føroyska stavseting.
 
At byggja upp, røkja og menna krevur støðugar, dyggar og álítandi karmar, førleikar og starvsfólk. Álitum, tilmælum og frágreiðingum, ið siga, hvussu hetta kann gerast, er nokk av. Tað síðsta skjalið er yngri enn eitt ár. Tað munaði tó lítið, tí síðani er man farin frá lítlum til einki. 


Avmarkaða megin er eftir øllum at døma tódnað til nakað tað sama sum okkara hermegi. Nevniliga einki. Ein telefonsvarara, ið boðar frá mátt- og avgerðarloysi.

Málráðið hevur snøgt sagt mist málið. Bæði so og so. Hugstoytt.