Hondbóltslandsliðið hjá monnum varð í dag á vitjan í Runavík.
Fyrst varð vitja í Skúlanum við Løkin, har skúlabørnini sluppu at heilsa uppá føroysku stjørnurnar, meðan møguleiki eisini var at fáa autografir.
Eftir hetta var hondbóltsvenjing á skránni í Bylgjuni, har almenningurin og onnur kundu koma at hyggja.
Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum, ávikavist á heimavølli við Tjarnir, mikudagin 12. mars, og á útivølli í Almere, sunnudagin 16. mars.
Myndir: Eysturoyarportalurin






































































