ÍF boðar í kvøld frá at høvuðsvenjarin fyri 2024 er komin uppá pláss.
ÍF skrivar:
Tíðindini hava verið longi á veg, men nú er tað avgreitt. Vit kunnu nú alment kunngerða, at okkara høvuðsvenjari heldur fram, í minsta lagið eitt ár afturat.
Fyri 2 árum síðani, settu vit okkum í nevndin fyri, at nú mátti leggjast á anna bógv.
Alexandar varð settur í starv sum høvuðsvenjara, og aðalmálið var, at menna okkara ungu heimligu leikarar.
Longu fyrsta árið eydnaðist tað okkum, at vinna okkum sætið aftur í Betri delidini, og tá ið so seinasta bríkslið var floyta kappingarárið 2023, kundu vit staðfesta og hátíðarhalda, at vit halda fram eisini í 2024 í Betri deildini.
Tey undanfarnu 2 árini, hevur Alexandar verið parttíðarvenjari. Nevndin og Alex eru vorðin samd um, at tann leisturin mátti broytast, um vit veruliga skulu flyta okkum. Tískil verður Alexandar frá komandi árið, fulltíðarsettur venjari.