Mikukvøldið 13. desember kl. 19.30 hevur Nes Sóknar Musikkfelag sína árligu jólakonsert í Glyvra kirkju.
Hornorkestrið fer at framføra hópin av kendum jólaløgum, serliga føroysk og ensk, í hugnaligu kirkjuni. Konsertin verður fyriskipað saman við messingblásarum úr Nes Sóknar Musikkskúla, og koma ungu leikararnir at seta sín dám á konsertina.
Jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag er gott høvi í jólamánaðinum at seta eina løtu av til góðan jólatónleik í hugnaligu kirkjuni.
Nes Sóknar Musikkfelag er mannað við yngri og eldri tónleikarum, og er stjórnað av Kenneth P. Jones.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og tiltakið er ókeypis.