Myndir: Nes.fo
Joan Mikkelsen og Súsanna Petersen, demenssamskiparar, tóku stig til og skipaðu fyri hugnaløtu á Svangaskarði mikudagin 8. februar fyri brúkarum, sum eru fevndir av tænastuni hjá Roðanum.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og hugleiddi um gongdina í lokalsamfelagnum seinastu mongu árini.
Tórður Mikkelsen, var borðskipari og hevði nøkur innlegg um sínar mongu túrar í “Tórður á túri”
Magni Christiansen framførdi nakrar av sínum kendastu sangum.
Katrin Jönsson las søgu, og onnur bóru fram heilsanir.
Eitt gott og hugnaligt tiltak, sum ætlanin er at endurtaka í vár.
Sí nakrar myndir:













