Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.11.2024 18:45

Hvat kostar YVIRKAPACITETUR á dagstovnaøkinum ?

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Ella øvugt, hvat kostar undirkapacitetur ? Hvat kostar undirnormering í øktum sjúkradøgum hjá starvsfólki ? Øktari tíð til upplæring um starvsfólkahópurin ikki er støðugur?.

Um okkara samfelagsbygnaður ger, at børn okkara hava fleiri sjúkradagar, og foreldur harvið ikki eru til arbeiðis, eru vit tá í veruleikanum í andróður við okkum sjálvum ?

Tað er ein gomul moralsk kumpas, at alt skal vera effektivt og kunna roknast út í tímum og minuttum. At brúka minst møguligt, men akkurát loysa uppgávuna. Tíbetur hava vit flutt okkum nógv frá hesi hugsjón.

Eg havi arbeitt saman við dagstovnaleiðarum, sum hava dugað sera væl at toygt sína játtan til at rúma ergoterapi, fysioterapi og aðrar sergreinar, fyri skjótt og væl at menna børnini. Dagstovnaleiðarar, sum skjótt duga at síggja avbjóðingar og at møta teimum, áðrenn teir gerast til trupulleikar.

Dagstovnapolitik  

Tað er saman við slíkum kapacitetum, at politikkur innan dagstovnaøki skal orðast. Harvið skal ikki vera neyðugt hjá dagstovnaleiðarum at toyggja sína játtan fyri at nøkta ein tørv. Í politikkinum eru málini orðað, og kósin løgd hvussu vit skulu røkka hesum. Tað bindur eisini politisku skipanina at seta nøktandi fígging av, fyri at halda seg til kós og mál.

Sosialpolitik

Dagstovnaøkið í Runavíkar kommunu stendur yvir miðal í KVF kommunukanningini. Sosialpolitikkurin hjá kommununi er væl hugsaður og við hægsta barnafrádráttinum í landinum, og frítíðarkorti á 3.000 kr. fyri hvørt barn, skapar sosiala útjavningin ein yvirkapacitet inni í familjuna.

Hetta er framúr gott politisk handverk.

Kommunan fyrireikar at byggja nýggjan dagstovn og málið hjá okkum skal vera, altíð at hava nokk av dagstovnaplássum, eins og at tað skal hugsast yvirkapacitet inn í dagstovnarnar, hetta kann vera í fysisku kørmunum, eins væl og í menning av starvsfólki ella starvsfólkatímum. Íløgan í okkara børn, í okkara framtíð, er tann besta íløgan vit kunnu geva okkum sjálvum. 

Tað er okkara sosiali kapitalur og hvør einasti av okkara dagstovnum eru okkara aktiv.

X við Sigrid J. Dalsgaard

til sess í landsins 3. størstu kommunu, Runavíkar kommuna