Norðurlandahúsið
12 verk eru í uppskoti til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2024 fyri sítt høga listarliga støði. Her eru album við djass- og fólkatónleiki, umframt filmstónleikur, symfoniir og konsertir, sum eru skapt av tónleikarum úr øllum Norðurlondum. Vinnarin verður avdúkaður 22. oktobur
Ársins tilnevningar gevur okkum møguleikan at fordjúpa okkum í eina breiða tematiska palett av norðurlendskum tónleiki við millum øðrum einum 20 minutta orkesturverki, sum lýsir tey seinastu umleið 600 milliónur ára náttúruríkidømi og útdeyða, eitt Grammy-vinnandi album frá mest stroymda listafólkinum úr Íslandi, og eitt verk, sum er ein altíð livandi listarlig skipan, umframt nógvar aðrar líka týdningarmiklar tilnevningar.
Tekstirnir, ið eru leinkjaðir her, finnast á seks ymiskum norðurlendskum málum.
Her eru tey tilnevndu:
Danmark
Apolonia Apolonia filmscore av Jonas Struck
Om Lys og Lethed av Rune Glerup
Finnland
Extinctions av Cecilia Damström
Føroyar
Symfoni nr. 1 & 2 Sólárið av Tróndur Bogason
Ísland
The Gospel of Mary av Hugi Guðmundsson
Noreg