ÍF skrivar:
So hevur ein av okkara heilt ungu undirskrivað.
Og tað er deiligt at síggja, at góða ungdómsarbeiðið, sum byrjaði fyri nøkrum árum síðani, hevur og heldur á at geva ávøkst.
Jógvan, ið einans er 16 ára gamal, fekk fyrr í ár sína debut í Betri Deilidini. Hann er sera lítillátin, men áræðið og evnini hava verið eyðsýnd.
Hann hevur 2 ferðir í ár verið við U17 landsliðnum í kapping, har ið hann fekk nakrar minuttir.
Vit vilja ynskja Jógvani góða eydnu, og hjartaliga tilukku við sáttmálanum.