Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.11.2024 18:41

Illveðursmyndir: Sløkkiliðið í Fuglafirið hevur verið úti í dag og í gjár

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað hevur verið nakað av vindi seinasta samdøgrið og hevur tí eisini okkurt verið at gjørt hjá onkrum av sløkkiliðum kring landið.

Í Fuglafirði hevur Fuglafjarðar Sløkkilið hevur eisini verið úti nakrar ferðir, bæði í dag og í gjár. Mest hevur tað verið smáttaríir at tikið sær av. T.d. var takdúkurin á Miðnám á Kambsdali loysnaður. Meðan á havnalagnum í Fuglafirði hevði ein stór bingja flutt seg í nógva vindinum. Meðan eisini okkurt hegn var dottið niður og eitt stórt rør var fokið á sjógv og var neyðugt at fara við báti eftir tí.

Myndir: Eysturoyarportalurin