Mentan – Æðuvík er 125 ára gomul bygd í Runavíkar kommunu

104 fólk búgva í Æðuvík (Hetta var í 2015). Bygdin er partur av Rúnavíkar kommunu og hoyrir til Nes kirkju.

Skriva: Hvannrok.fo/Vagnur Michelsen

Nú ein dagin fekk eg í hondina bókina Æðuvík – eitt 100 ára minni. Bókin er 56 blaðsíður og áhugaverd, og nú bleiv eg forvitin, tí altíð er áhugavert at lesa, hví fólk  fyri 125 ára síðani settu seg niður í Æðuvík. Sambært bókini var tað av tilvild, at fólk júst tá settu seg niður í Æðuvík, har í dag búgva um hundrað fólk. Æðuvík er vøkur bygd. Skrivað í 2015.

11. oktober 1997 var settur av vera dagurin, tá minnisvarðin skuldi avdúkast, tí hetta vóru 100 ára brúdleypsdagurin hjá fyrstu niðursetufólkunum, Súsonnu og Jóannesi. Tey fluttu til Æðuvíkar fáar dagar eftir brúdleypið, er at lesa í formælinum.

Jóannes Davidsen f. 24.04-1870 d. 08.09-1964 og Sanna Davidsen úr Porkeri fødd Müller f. 28.10-1870 d. 01.02-1925.

Jóannes í Æðuvík greiðir sjálvur frá í Dimmalætting 27. apríl 1960, hvussu búsetingin kom í lag. – Búsetingin í Æðuvík kom eitt sindur óvæntað í lag. Ein sunnudag sótu eg og Súsanna genta mín í stovuni í prestagarðinum saman við próstinum Evensen og frúuni Annu fødd Lützen. Meðan vit sita og tosa saman, vendir próstafrúan sær móti próstinum og sigur: – Tú Jens Christian, nú man vera tíð hjá Jóannesi og Sonnu at hugsa um at fáa sær eina trøð, tí eg hoyri, at tey ætla sær at giftast.

– Tá svaraði eg próstinum nakað soleiðis: Skuldi eg ynskt mær eina trøð uttan fyri garðarnar í Neshaga, skuldi tað verið í Æðuvík. Prósturin segði tá nakað hvassliga: – Á snakk fyri teg, hvat skulu tit gera tvey eini í Æðuvík. Eg svaraði próstinum aftur, at um eg fekk eina trøð til uppdyrkingar, so var eg ikki í iva um, at eisini aðrir høvdu hug at seta seg niður í Æðuvík, segði Jóannes. – Ja, tú kanst vita, um onkur annar hevur hug at seta seg niður har, so kunnu vit hugsa meira um hetta, segði prósturin.

Gomul bygdarmynd.

Jóannes tosaði síðani við brøður sínar Ólav og Jógvan um at seta seg niður í Æðuvík, og teir vóru fúsir at flyta til Æðuvíkar saman við Jóannesi. Síðani gekk skjótt, og ein fjórði maður Hanus í Túni á Toftin hevði eisini hug at seta seg niður í Æðuvík. Teir fóru síðani allir til Æðuvíkar at hyggja at hóskandi lendi, tí teir máttu hava bæði summar og vetrarkúfóður. Jógvan byrjaði at grunda í Æðuvík, men fekk ímeðan kjans við “Smirli”. Òlagaligt var hjá honum at búgva í Æðuvík, tí mátti hann flyta burtur. Bróðurin Emil yvirtók stykkið hjá Jógvani.

Bátar í Gjónni

Prósturin bað síðani uppsitaran Òlav úti í Forna máta upp fýra stykkir í Æðuvík. Prósturin hevði sjálvur stóran áhuga, at menninir fingu hóskandi øki, tí eftir at stykkini vóru uppmáld kom hann sjálvur til Æðuvíkar. Hann sigur tá við menninar: – Her ber væl til at fara longur niðan, tí hagin er víður.

Eftir hetta fór menn undir at gera garðar og fingu nógva sjálvbodna hjálp til hetta arbeiði bæði av Nesi og á Toftum. Allir garðarnir vóru laðaðir av flagi einar 600 favnar langir. Tá arbeiðið var liðugt, varð farið undir at byggja húsini. Grót til at laða grund við tóku teir úr fjørðuni og slerdu tað til har, síðan var tað borðið niðan til grundina. – Stórviðin fekk eg av Selatrað, sum við báti varð fluttur til Æðuvíkar, sigur Jóannes.

Vakri minnisvarðin varð avdúkaður 11. oktober 1997 á 100 ára degnum. Tey fýra húskini síggjast á minnisvarðanum.

Húsini hjá Jóannesi og Súsonnu vóru liðug at fara í, tá ið tey bæði vóru vígd í Nes kirkju 11. oktober 1897 av Evensen prósti. Næsta húsið í Æðuvík vóru húsini hjá Hanusi í Túni av Tofum, sum vórðu liðug í 1899.

Æðuvík er brimpláss, men gott er at leggja upp í støðni, og um summarið kann bátur liggja á floti. Uppdyrkanin av haganum lá væl fyri, tí væl er vallað, og einki grót er til hindurs, er at lesa í bókini.

Fyri nøkrum árum síðani var eg í Æðuvík og sá, hvussu væl tey dugdu at prýða bydina á jólum. Vøkur sjón.

Æðuvík er millum manna serliga kend sum jólabygdin, tí Æðuvík var fyrsta bygdin, har fólk prýddi bygdina við ljósperum. Sjálvur var eg eini jól og sá vøkru “listina” má eg siga. Òmetaliga vakurt at sjá. Í 2001 var Æðuvík vald sum Føroya besta røkta bygdin í Føroyum.

Vegurin til Æðuvíkar var gjørdur fyrst í 1930-árunum, og bygdin fekk telefon í 1925. Tú kundi spurt, hvat fýra húski livdu av í Æðuvík nógvu fyrsti árini. Umframt at velta korn og epli, skera torv og ansa kríatúrum,  so róðu menninir út við tveimum bátum. Um sumrarnar  vóru niðursetumennir til lands í Ìslandi ella til fiskiskap við slupp.

Æðuvík var fyrsta bygdin, sum veruliga fór at prýða bygdina á jólum. Bygdin fekk skjótt navnið jólabygdin. 

Sjálvt um Æðuvík – eitt 100 ára minni ikki er stór í vavi, so er bókin áhugaverdur lesnaður. Sambært bókini frá 1997 búðu 22 húski við tilsamans 81 fólkum í bygdini. Nú búgva 104 fólk í Æðuvík. Bókin er eisini ein ættarbók, har øll fólkini eru nevnd við navni, og tú kanst fylgja fyrstu fólkunum, sum settu seg niður í Æðuvík. Bygdin hoyrir til Nes kirkju og í 1972 bygdu tey missiónshús í bygdini. Frálík bók. (Vagnur)

Hetta er perman á bókini.