Myndir: Maigun Solmunde
Eysturoyarportalurin hevur fingið sendandi myndir, sum ein lesari hevur tikið av sandinum í Syðrugøtu, har nógvur deyður og sjúkur fuglur hevur verið at sæð.
Lesarin sigur soleiðis:
“Síðani mars mánað í ár, havi eg verið niðri á sandinum í Syðrugötu so at siga næstan hvönn dag, morgun sum kvöld.
Har er einki fuglalív longur!
Flokkar av tjaldursgrælingum ið vóru altíð at síggja, eru minnkaðir niður í nakrar fáar, sum tita fram við sjóvarmálan.
Onkur hendinga másafuglur hevur verið at sæð, og so slett eingin svartbakur.
Eg havi í hesum tíðarskeiði sæð eina rúgvu av deyðum fugli, veingjir av fugli liggur allastaðni á sandinum, og sum nakað heilt serligt, so eru heilt nógvar súlur riknar uppá sandin í summar.
Tá eg var niðri á sandinum í morgun kl. 05:30, (við hundinum) var myrkt, her möttu mær tvær syrgiligar sjónir, onnur var ein skurði, sum sat og bíndi, hin ein havhestur, sum royndi at flaksa avstað tá eg nærkaðist, men hann orkaði illa.
Ávegis til arbeiðis kl 06:30 fór eg oman at taka nakrar myndir, fann ikki havhestin, men hetta var tað eg sá.






