Myndir: Karl A.Thomsen
“Onkuntíð ert tú hepnari, enn tú roknar við”, sigur Karl A. Thomsen, úr Syðrugøtu, á Facebook vanga sínum í kvøld.
Víðari sigur Karl, “Í dag var hesin sera vakri firvaldurin í garðinum. Hetta er ein hálmvongur (Mythimna pallens). Hann er bert einaferð áður sæddur í Føroyum, og var tað hin 06.08.2008 og eisini í okkara garði”.

