Myndir: Lms.fo
Í gjár vitjaði løgmaður virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey. Síðani 2018 hevur føroyska alifyritøkan havt eina sølu- og framleiðsludeild í USA. Hanus Jacobsen, ið er leiðari fyri sølu- og framleiðsludeildina, greiddi frá virkseminum hjá Bakkafrosti í USA.
“Føroyski útflutningurin er í løtuni í einari broytingartíð. Okkara útflutningur eystureftir er minkaður. Tað hevur tí stóran týdning at styrkja og menna bæði verandi og nýggjar marknaðir. Við bøttu flutningsmøguleikunum og einum alsamt vaksandi eftirspurningi úr USA, vænti eg, at føroyski útflutningurin til USA fer at vaksa komandi árini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.



