Listaframsýning í gomlu dansistovuni – Sjóvar kommuna

Mynd: Sjovar.fo

Fyrsta dansistovan á Strondum varð bygd í 1906 og seld í seinna helmingi av 1920-árunum. Síðani hevur hon verið brúkt sum hoyggjhús.
Nú hava eigararnir gjørt umvælt húsið, og vikuskiftini 22. og 23., og 29. og 30. oktober verður fyri fyrstu ferð listaframsýning í gomlu dansistovuni. 

Tað er Anfríð Djurhuus, ið sýnir málningar fram.

Listaframsýningin verður opin hesar dagar:
22. og 23.okt og 29. og 30.okt
Leygardag: kl 16.00 til 20.00
Sunnudag: kl 16.00 til 20.00

Verið hjartaliga vælkomin