Olga Maria hevur landað í Leirvík

Mynd: Skipalistin

Olga Maria, sum hevur roynt norðanfyri, hevur landað í Leirvík í dag.

Teir hava fiskað gott 33.000 pund. Veiðan er mest hýsa, men eisini nakað av toski er uppií.