Akraberg farin aftur í Barentshavi

Myndir: Føroyska Sjómansmissiónin

Frystitrolarin Akraberg fór av Fuglafirði við kós móti Barentshavinum í gjár. Hetta er triði túrurin hjá nýggja trolaranum. 24 mans eru við og skipari er Erland Olsen. Hetta skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á Facebook- vanga sínum.

Víðari skrivar Føroyska Sjómansmissiónin, at sjómanstrúboðarin var umborð við jólapakkum og hitti var kokkin og nakrar av manningini.

Vit takka fyri jólapakkarnar, hóast vit vóna at vera aftur áðrenn jól. Pakkarnir fløva, tí tað er bæði rørandi, hugnaligt og hugaligt at fáa jólagávu frá fólkið vit ikki kenna.

Tað sigur Drago, sum er kokkur við Akrabergi við Føroyska Sjómansmissiónina.

Vit eru útgjørdir til at vera burtur á jólum, tí dunnur og annað gott til jóladøgurðan er komið umborð. Sjómaðurin veit ikki frammaunndan hvussu fiskiskapurin verður, og tí ræður um at vera fyrireikaður, sigur Drago.

Sjúrðarberg fekk eisini jólapakkar. Teir fara eftir ætlan avstað aftur sunnukvøldið, og fara eisini upp í Barentshavið.