Steypið kom í Sarpugerð (Myndir)

Myndir: Hans Kristian Eyðunsson Hansen

Tað gjørdist Víkingur, sum í ársins størsta fótbóltsdysti í føroyskum fótbólti, í gjár megnaðu tað sum ongin annar hevur mega í ár, nemliga at vinna á stórfavoritinum KÍ, í einum ótrúliga spennandi og vælleiktum dysti á Tórsvølli í gjárskvøldið.

Tað var liðskiparini á degnum, Sølvi Vatnhamar sum skeyt vinnandi málið við brotsparkið, tá fáir minuttir vóru eftir at leika. Og tá dómarin so bríkslaði fyri seinastu ferð nakrar minuttir seinni, var gleðin ikki til at taka feil av hjá øllum eysturbúgvum, sum mannsterk høvdu leitað sær til Havnar at stuðla sínum monnum.

Eysturoyarportalurin var til dystin og fangaði løtuna.

Sí myndir