Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen
KÍ váttar, at Mikkjal Thomasen er givin í felagunum eftir 8 árum við róðrið. Sum skilst, tekur Mikkjal Thomasen yvir í norska felaganum Fredriksstad FK.
Leygarkvøldið vann Víkingur á júst á KÍ í steypafinaluni, nakað sum ikki var hent í langa tíð hjá liðnum úr Klaksvík. Tí kann spyrjast, var hetta var ein ábending um, at total dominansurin hjá KÍ er við at verða av?
Hví Mikkjal júst nú fer úr KÍ kann onkur spyrja? Úrslitini tala øll fyri seg. Hann hevur eitt sera flott CV at vísa á, og einki er at taka seg aftur í, at fagliga er hann ein av bestu føroyskum venjarum nakrantíð. Men einki er at ivast í, at ófriðurin, sum seinastu tíðina hevur verið runt um Mikkjal, kann verða ein av orsøkunum til, at hann ikki heldur fram í Klaksvík, men í staðin leitar sær til Noregi at venja.
