Myndir: Eysturkommuna
Eysturkommuna bjóðaði Víkingaliðinum, ið vann løgmanssteypið leygardagin til ein bita í býráðshúsinum í gjárskvøldið, har borgarstjórin, Per Martin Gregersen, bar teimum eina heilsu frá Eysturkommunu.
Hann greiddi millum annað frá, hvussu stóran týdning ítrótturin hevur fyri felagsskapin í kommununi, og hvussu errin Eysturkommuna er av avrikinum hjá Víkingaliðinum um vikuskifti.
Sí myndir










