Er hetta endin á Bogaskjótifelagnum Ørvi? 

Mynd: Bogaskjótifelagið Ørvur

Opið bræv til Runavíkar kommunu

Lesarabræv

Á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu standa hesi orð – enn: “Bogaskjótifelagið Ørvur er bogaskjótifelag fyri Eysturoynna og hevur heimstað í Runavík. Felagið varð stovnað 3. mars 1991. Stigtakarar til felagið vóru Schandorff Vang, Petur Olivar í Hoyvík og Leivur Poulsen, sum eisini mannaðu fyrstu nevndina. Felagið hevur eini 30 limir og hevur regluligar venjingar i kjallaranum í ítróttarhøllini í Runavík. Felagið hevur staðið seg væl í kappingum her heima, eins og skjótarar úr felagnum fleiri ferðir hava vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikum.”  

Eg minnist ikki, hvussu ofta eg havi tikið telefonina og svara: “Ørvur heldur til í kjallaranum í ítróttarhøllini í Runavík, inngongd norðanfyri, móti apotekinum og skelti er yvir hurðini. Venjingartíðirnar eru… ” o.s.fr.  

Hetta er ein farin tíð. Men er hetta endin á Bogaskjótifelagnum Ørvi?  

Hvat hugsar Runavíkar kommuna fyri sær?  

Vit vita øll, at Runavíkar kommuna skal gera svimjihøll og tað hevur í langa tíð verið vitan hjá kommunalu politikarunum og mentanardeildini, at Bogaskjótifelagið Ørvur fór at tørva onnur hølir – og ikki bara tað – tørvur hevur eisini verið á uttandura skjótibreyt. Men absolut ONKI er hent.  

Í vikuni (mikudag) kom so boð frá kommununi um, at Ørvur skuldi riggað av og verða úti innan eina viku. Men so koma nýggj harraboð – Ørvur skal út í STUNDINI, tí byggifelagið kemur mánadagin og arbeiðið skal byrja beinanvegin!  

Hølisleys – húsvill.  

ONKI er gjørt fyri at finna eina aðra loysn. Tó so, í evstu løtu kundi leigast eitt fyribils høli í Søldarfirði.  

HVÍ hava tit onki gjørt fyri at loysa trupulleikan?  

HVÍ ber ikki til at finna eina loysn? (Ørvur hevur víst á ein møguleika, sum kundi verið upplagdur)  

NÆR taka tit tykkum saman og koma við einari haldbarari loysn?  

Schandorff Vang  

Stovnari og fyrrverandi formaður