Hvørt gamlaárskvøld blíva hundar burtur

Mynd : 11 ára gamla Tora ein góðan summardag í brátt farna árinum.

Hvørt gamlaárskvøld blíva hundar burtur. Flestu koma tíbetur aftur, men tað hendir meira enn so, at hundurin ikki verður funnin aftur.

So hervið ein áheitan frá okkum til allar hundaeigarar, um at ansa væl eftir hundunum, og at hava teir í bandið ella á væl avhegnaðum økið, tá tit fara út við teimum.

Sjálvt tann mest róligi hundurin kann fáa ein hvøkk av fýrverki.