Petur er við at verða klárur

Mynd: Alamy Stock Photo

Petur Knudsen, sum hevur verið skaðaplágaður í rúma tíð, er nú við at gerast klárur aftur. Hetta upplýsir hann fyri Eysturoyarportalinum.

Hann er fyri nøkrum døgum síðani byrjaður at venja aftur við fullari ferð. Og væntar hann at kunna verða við til venjingardystin hjá Lyngby BK tann 28. januar ímóti Hillerød.

Hann sigur, at bæði uppvenjing og venjingarnar síðstu dagarnar hava gingið væl og at hann ikki merkir nakað til skaðan, og at hann nú vónandi kann hann halda seg skaðafrían framyvir.

Føroyar leika A-landsdystir í Mars, tá Moldova og ein venjingardystur móti Norðurmakedonia eru á skránni.

Petur er sáttmálabundin við Lyngby BK fram til summar, tá sáttmálin hjá honum gongur út.