Mynd: sýggjamynd
Mennirnir hjá StÍF taptu tepurt 28-26 í gjárskvøldið ímóti Neistanum í høllini á Hálsi.
Hálvleiksstøðan var 16-11 til Neistan.
Toppskjúttar hjá StÍF gjørdust Pætur Johansen við 4 málum, meðan Pætur Ó. Barcley, Jóannes Prestá, Bjarni í Selvindi og Steinar Prestá allir skutu 3 mál hvør.
Næsti dystur hjá StÍF er 22. januar á heimavølli í høllini á Skála ímóti KÍF.
